Arbeiða framvegis við tjóðleikhúsi á Bursatanga

Arbeiða framvegis við tjóðleikhúsi á Bursatanga
Málið verður væntandi klárt til politiska støðutakan fyrst í nýggja árinum
Nú verður aftur arbeitt við møguleika at staðseta Tjóðleikhúsið á Bursatanga í Havn.
 
16.12.2025 - 13:38

Tórshavnar kommuna arbeiðir framvegis við ætlanini, at tjóðleikhús skal gerast á Bursatanga í Havn. 

Tað váttar Elsa Berg, borgarstjóri, nú fíggjarnevndin í løgtinginum skjýtur upp at strika játtanina til tjóðleikhús næsta ár.

Í 2021 var avgerð tikin í eini serligari dómsnevnd, at Bursatangi í Havn var besta staðið til eitt komandi føroyskt tjóðleikhús.

Men soleiðis bleiv tað ikki. Ið hvussu so er ikki í fyrstu atløgu.

Fyri einum ári síðan samtykti táverandi Tórshavnar býráð "aðra staðseting enn Eystara havnarøki", sum tað eitur í gerðabókini. Tað vil siga, at býráðið vildi ikki, at tjóðleikhús skuldi gerast á Bursatanga.

Men 1. januar í ár tók nýtt býráð við, við nýggjum meiriluta og nýggjum borgarstjóra, og Elsa Berg tók við sum borgarstjóri.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár hevur landsstýrið skotið upp, at ein millión krónur skal setast av til at gera tjóðleikhús.

 

Soleiðis var hildið, at nýggja tjóðleikhúsið á Bursatanga kundi taka seg út. 

 

Strika játtanina

Í viðmerkingunum stendur, at "Bíðað verður (...) eftir, at Tórshavnar kommuna vendir aftur til landsstýrið um staðsetingina. Tá ið lendissáttmáli er gjørdur, og vissa er fingin fyri staðsetingini, er ætlanin at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, ið fer at heimila landsstýrinum at taka ímóti uttanhýsis fígging og at geva tilsøgn um landsins part av fíggingini. Síðani verður farið undir víðari fyrireikingar, at gera skipanaruppskot og prosjektering."

Framfluttar verða 7,6 mió. kr. í óbrúktari játtan, og er tøka játtanin tískil 8,6 mió. kr. í 2026.

Men, nú er fíggjarlógarálit gjørt, og meirilutin í løgtingsins fíggjarnevnd skjýtur upp at strika ætlaðu játtanina fyri næsta ár upp á eina millión krónur til at gera tjóðleikhús.

 

Elsa Berg. 

 

Gongd í málinum 

Kringvarpið hevur tosað við Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, um staðsetingina av ætlaða tjóðleikhúsinum. Hon vil ikki gera bandaða samrøðu í dag, men hon sigur, at gongd er í málinum.

Staðsetingin, sum arbeitt verður við, er á Eystara havnarøki. Tað vil siga á sama stað sum frammanundan, men við onkrum tillagingum. Málið verður væntandi klárt til politiska støðutakan fyrst í nýggja árinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16122025_Tjodleikhus


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744