- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur ST-hákommiserur í flóttafólkamálum
Nýggjur ST-hákommiserur í flóttafólkamálum
Fyrrverandi irakski forsetin, Barham Salih, tekur við eftir Filippo Grandi

Barham Salih verður nýggjur ST-hákommiserur í flóttafólkamálum.
12.12.2025 - 14:02
Fyrrverandi forsetin í Irak, Barham Salih, verður nýggjur hákommiserur hjá ST í flóttafólkamálum.
Tað stendur at lesa í brævi, sum ST-aðalskrivarin, António Guterres, hevur skrivað undir.
Sambært Reuters-tíðindastovuni er tilnevningini eitt brot á gamlan sið um at velja fólk úr størri veitingarlondum.
Talan er um fyribils tilnevning, tí flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR skal góðkenna valið.
Barham Salih skal avloysa núverandi hákommiserin í flóttafólkamálum, italiumannin Filippo Grandi.
Barham Salih er verkfrøðingur, og hann var forseti í Irak frá 2018 til 2022.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























