- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða eftir álitinum um fíggjarlógina
Bíða eftir álitinum um fíggjarlógina
Tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 20

Nú verður bóiðað eftir álitinum um fíggjarlógina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.12.2025 - 15:14
Løgtingið bíðar eftir álitinum frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri næsta ár.
Bara framløga er á skránni hjá tinginum í dag.
Tá tingfundurin var settur klokkan 13, vóru nøkur álit løgd fram, m.a. álit til fylgilógir, sum hava samband við fíggjarlógina.
Síðani var tingfundurin niðurlagdur, og boðað var frá, at hann verður tikin uppaftur klokkan 20, meðan bíðað verður eftir álitinum um fíggjarlógina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























