Vágs kommuna gjørt uppskot um ferðavinnuætlan

Vágs kommuna gjørt uppskot um ferðavinnuætlan
Lív er aftur komið í ferðavinnufelagið í Suðuroy. Í Eysturkommunu eru tey um at vera liðug við ferðavinnuætlanina
Vágs kommuna miðar eftir at fáa fleiri ferðamannaskip.
 
11.12.2025 - 15:17

Vágs kommuna hevur latið inn uppskot um ferðavinnuætlan, sum skal gerast eftir lógini um burðardygga ferðavinnu. 

Í sambandi við ferðavinnuætlanina er lív aftur komið í Suðuroyar Ferðavinnufelag.

Vágs kommuna miðar eftir at fáa fleiri ferðamannaskip.

Í ár hava seks vitjað, men næsta ár koma 10. Útlendsku ferðafólkini fjølgast, men tey flestu, sum vitja Vág, eru føroyingar. Náttúran á vestursíðuni er vøkur, og kommunan hevur lagt nýggjar gøtur ella gonguleiðir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11122025_Magnus_Pauli

 

Standmyndin av Tróndi í Gøtu. (Mynd: Eysturkommuna)

 

Ætlan í Eysturkommunu

Ferðavinnuætlanin fyri Eysturkommunu er um at vera liðug. 

Í ferðavinnuætlanini fyri Eysturkommunu er løgd ein nýggj gøtuleið inn á Varmakeldueiði.

Lógin um burðardygga ferðavinnu spratt burtur úr ynskinum um gongd í haga. Lógin leggur upp til, at verandi bygdagøtur skulu skrásetast.

Hoyr innslag her:

 

11122025_Ferdavinna_og_Eysturkommuna

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161