Machado flýddi úr Venesuela til Oslo

Machado flýddi úr Venesuela til Oslo
Tað eydnaðist henni ikki at vera við til hátíðarhaldið í gjár, men tá Machado var komin til Oslo, vísti seg alment á svalanum á Grand hotellinum
Maria Corina Machado á svalanum á Grand hotellinum í Oslo í gjárkvøldið.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
11.12.2025 - 11:59

Maria Corina Machado, sum fekk friðarheiðursløn Nobels í gjár, er komin til Oslo.

Hóast tað ikki eyndaðist henni at vera við til sjálva handanina, eydnaðist tað kortini Machado at sníkja seg úr heimlandinum, Venezuela, har hon hevur krógvað seg.

Í staðin tók Ana Corina Sosa, dóttur Machado, ímóti heiðurslønini. 

Men í takkarrøðuni avdúkaði dóttirin, at sjálvt um tað ikki bar til hjá Machado at taka ímóti heiðurslønini, so kundi hon siga teimum, at mamman ongantíð brýtur eitt lyfti.

- Tí er tað við stórari gleði í hjartanum, at eg kann siga, at vit um nakrar fáar tímar kunnu fevna hana her í Oslo, segði Ana Corina Sosa, sum ikki hevði sæð mammu sína í tvey ár.

Mariu Corina Machado flýddi sambært Wall Street Journal úr Venezuela til Curaçao í báti týsdagin.

Haðani fór hon við flogfari til Noregs, sum setti seg um midnáttarleitið í gjárkvøldið.

Komin til Oslo, fór hon út á svalan á Grand hotellinum, har veitsla var hildin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391