Fosturtøkulógin er lýst

Fosturtøkulógin er lýst
Fosturtøka verður loyvd til viku 12, og lógin kemur í gildi 1. juli næsta ár
Fosturtøkulógin var samtykt við teprum meiriluta. 17 atvkøður vóru fyri og 16 ímóti. Nú er lógin lýst.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.12.2025 - 13:52

Lógin um fosturtøku og lógin um sterving og gelding - kastratión - eru nú lýstar.

Við lógini um fosturtøku verður fosturtøka loyvd til viku 12. 

Eftir viku 12 kann eitt fakligt samráð taka avgerð um fosturtøku - og í serligum førum kann fosturtøka verða framd eftir 12. viku.

Hon kemur í gildi 1. juli 2026. Galdandi lóg er frá 1956.

Lógin um sterving og gelding kemur í gildi 1. januar 2026. Hon gevur lættari atgongd til sterving.

 

Kunnu steriliserast uttan loyvi

Ásett er m.a., at øll yvir 25 ár, sum eru før fyri at skilja týdningin av inntrivinum og sum búgva í Føroyum, kunnu steriliserast uttan loyvi. Onnur skulu hava loyvi frá samráði.

Sterilisatión av persónum undir 18 ár er ikki loyvd, uttan so at heilt serligar umstøður tala fyri tí.

Sambært galdandi lóg krevst váttan frá hjúnafelaga, áðrenn ein møgulig sterving verður framd.

Loyvi til gelding kann fáast frá samráði í serligum førum.

Fólk undir 25 ár kunnu ikki fáa loyvi til gelding.

Galdandi lóg um sterving og gelding kom í gildi í Føroyum 1968.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116