Donsk fregnartænasta sigur USA vera hóttan móti trygdini í Danmark

Donsk fregnartænasta sigur USA vera hóttan móti trygdini í Danmark
USA brúkar nú sína búskaparligu og tøkniligu megi. eisini ímóti sínum samstarvsfeløgum, stendur í metingini frá verjufregnartænastuni
FE, fregnartænastan hjá donsku verjuni, sigur, at USA hóttir trygdina í Danmark.
Mynd: TV2 DK  
 
10.12.2025 - 09:58

Nýggj frágreiðing hjá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, FE,  metir USA sum hóttan móti trygdini í Danmark, skriva fleiri danskir miðlar.

Tað er fyrstu ferð, at USA verður nevnt sum ein partur av hóttanarmyndini móti Danmark í nýggju hóttanarmetingini hjá fregnartænastuni hjá donsku verjuni.

- USA brúkar nú sína búskaparligu og tøkniligu megi - eisini ímóti sínum samstarvsfeløgum, stendur m.a. í metingini, skrivar danska kringvarpið.

Nýggja hóttanarmetingin nevnir eisini Russland og kríggið í Ukraina.

 

Vaksandi hóttan úr Russlandi

Fyrr í ár gav fregnartænastan hjá donsku verjuni út eina hóttanarmeting, har sagt var, at hernaðarliga hóttanin úr Russlandi fer at vaksa næstu árini

Tó var einki sagt um, at hóttan var um beinleiðis álop á Danmark.

Sama er galdandi í nýggju metingini. Har stendur eisini, at hernaðarliga hóttanin úr Russlandi móti NATO fer at økjast.

Men hóttanin um beinleiðis hernaðarligt álop úr Russlandi ímóti Grønlandi og Føroyum líkist ikki hóttanini ímóti Danmark. 

Russland sær ivaleyst Grønland og Føroyar í norðuramerikanskum samanhangi, og tað merkir, at Russland ikki neyðturviliga fer at draga Føroyar og Grønland inn í eina evropeiska ósemju, stendur í frágreiðingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738