Bert fá sekund frá at handtaka tjóvarnar

Bert fá sekund frá at handtaka tjóvarnar
Í granskingarkanning verður funnist hvassliga at trygdarskipanini á franska tjóðarsavninum Louvre
Tjóvarnir vóru bert 30 sekund frá, at løgreglan kom til savnið. 
Mynd: Abdul Saboor/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.12.2025 - 14:46

Løgreglan var bert fá sekund frá at kunna handtaka tjóvarnar í stóra innbrotinum í franska tjóðarsavninum Louvre í oktober.

Tjóvarnir tóku skreytlutir, sum ikki eiga sín líka, og teir eru ikki komnir afturíaftur.

Í granskingarfrágreiðing, sum er almannakunngjørd í dag, verður funnist hvassliga at trygdarskipanini í savninum.

Millum annað er ein av niðurstøðunum, at tjóvarnir, uttan at vita tað, vóru bert 30 sekund frá, at løgreglan kom til savnið. 

Tjóvarnir fóru inn gjøgnum eitt vindeyga á aðru hædd. Teir nýttu ein bil við lyftu at sleppa fram at vindeyganum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738