Avstralia bannar børnum og ungum at brúka sosialar miðlar

Avstralia bannar børnum og ungum at brúka sosialar miðlar
Stjórnin hevur heitt á m.a. Tiktok, Snapchat og Youtube um at gera brúkarar, sum eru undir 16 ár, óvirknar á hesum pallum. Annars fáa teir milliónir í sekt
Okkurt um 200.000 brúkarar eru longu gjørdir óvirknir á TikTok, og fleiri enn 100.000 skulu latast aftur næstu dagarnar.
 
10.12.2025 - 09:10

Avstralia hevur sum fyrsta land yvirhøvur hevur sett forboð fyri, at børn og ung undir 16 ár kunnu vera á sosialum miðlum.

Forboðið er sett í verk til tess at verja børn og ung móti happing á netinum og grooming - tað er lokking.

Stjórnin hevur heitt á 10 stórar pallar, m.a. TikTok, Snapchat, Youtube, Instagram og Facebook um at gera eina millión brúkarar, sum eru undir 16 ár, óvirknar á hesum pallum.

 

Kunnu fáa milliónir í sekt

Gera teir ikki tað, kunnu fyritøkurnar vænta upp í fleiri milliónir krónur í sekt. Foreldur og børn verða tó ikki revsað.

Okkurt um 200.000 brúkarar eru longu gjørdir óvirknir á TikTok, sigur stjórnin, og fleiri enn 100.000 skulu latast aftur næstu dagarnar, skrivar tíðindastovan Reuters.

Enn er ógreitt, hvussu fyritøkurnar skulu forða fyri, at børn og ung ikki eru á sosialu miðlunum.

Ongar ítøkiligar reglur eru um hetta, men eitt nú kann krav setast um at vátta aldur við samleikaprógvi, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738