Nú verður gjørligt at útbúgva seg til ambulansuviðgera í Føroyum

Nú verður gjørligt at útbúgva seg til ambulansuviðgera í Føroyum
Í mars næsta ár verður fyri fyrstu ferð gjørligt at útbúgva seg sum ambulansuviðgeri í føroysku sjúkraflutningstænastuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2025 - 12:05

Síðani 1. juli 2024 er kravt, at tey, sum vilja kalla seg ambulansuviðgeri, skulu hava galdandi løggilding frá Sundhedsstyrelsen.

Sjúkrahúsverkið hevur seinastu árini arbeitt við at gera tað gjørligt at útbúgva seg sum ambulansuviðgera í Føroyum. 

Nú er komið á mál, og fyrstu lærlingarnir byrja í mars, upplýsir Sjúkrahúsverkið.

 

Í samráð við skúla í Esbjerg

Útbúgvingin er gjørd í samstarvi við Rybners Tekniske Skole í Esbjerg.

Í útbúgvingini er lærlingurin í skúla í Rybner og í starvsvenjing hjá Sjúkraflutningtænastuni og Landssjúkrahúsinum. 

Útbúgvingin tekur fýra ár og ein mánað.

Meira um hesa nýggju útbúgving er á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391