Putin vitjar India og Macron er í Kina

Putin vitjar India og Macron er í Kina
Handilssambandið millum Russland og India er vorðið sterkari, síðani Russland leyp á Ukraina
Russiski forsetin, Vladimir Putin, og indiski forsætisráðharrin Narendra Modi
Mynd: Grigory Sysoev/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.12.2025 - 14:07

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er á almennari vitjan í India, og samstundis er franski forsetin, Emmanuel Macron, á almennari vitjan í Kina.

Vitjanin hjá russiska forsetanum er tann fyrsta, síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022.

Handil og orka eru ovast á breddanum. India er ein av størstu keyparunum, tá ræður um russiska olju.

Tøl fyri russiskan oljuútflutning vísa, at handilssambandið landanna millum er vorðið sterkari, síðani Russland leyp á Ukraina.

 

Emmanuel Macron og Xi Jinping. (Mynd: Sarah Meyssonnier/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Í kinesiska býnum Chengdu hava kinesiski forsetin, Xi Jinping og franski forsetin, Emmanuel Macron, hitst í dag. Hetta er fjórðu ferð, at Macron er á almennari vitjan í Kina.

Fyrr í vikuni hittust forsetarnir í Bejing, har teir samdust um at samstarva um millum annað kjarnorku.

Almenna útlendska vitjanin hjá russiska forsetanum í India og franska forsetanum í Kina hanga saman, hóast politiska dagskráin er beint øvut, sigur Philip Lote, tíðindamðurin hjá norska kringvarpinum í Asia:

05122025_Philip_Lothe

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738