Ísrael sleppur at vera við í Eurovision næsta ár

Ísrael sleppur at vera við í Eurovision næsta ár
Avleiðingin er, at fýra lond fara at senda avboð
Eftir fund í EBU í gjár er greitt, at Ísrael sleppur at vera við í Eurovision í Wien næsta ár.
Mynd: AP  
 
05.12.2025 - 08:22

Spania, Niðurlond, Írland og Slovenia vera ikki við í Eurovision-sangkappingini næsta ár, eftir at Ísrael hevur fingið loyvi at vera við.

Í gjár vóru fundir í evropeiska kringvarpssamtakinum, EBU, har støða var tikin til, um Ísrael skuldi sleppa at vera við í sangkappingini næsta ár.

Fleiri lond hava hótt við at boykotta kappingina, um Ísrael ikki verður útihýst orsakað av krígnum í Gasa.

Men hesi lond mugu taka avleiðingina, tí Ísrael fer ongan veg.

Sangkappingin næsta ár verður í Wien í Eysturríki, og verður 70. útgávan av Eurovision-sangkappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738