Andreas Odbjerg fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla á Summarfestivalinum

Andreas Odbjerg fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla á Summarfestivalinum
Summarfestivalurin hevur kunngjørt sítt fyrsta navn, og talan er um sera væl umtókta danan Andreas Odbjerg, sum fyrstu ferð vitjar í Føroyum
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
05.12.2025 - 21:07

Nú kemur kendi poppsangarin Andreas Odbjerg fyri fyrstu ferð til Føroya at hava konsert saman við bólki sínum. 

Andreas Odbjerg spælir á Summar Festivalinum 2026, og lagt er upp til eina ordans hittkonsert á Vágsbø við væl umtókta sangaranum. 

Andreas Odbjerg, sum er ættaður úr Odense, hevur skrivað sangir og sungið í nógv ár, men fyrsta ábendingin um gjøgnumbrot kom við ep-útgávu í 2020.

Árið eftir hittaðu Andreas Odbjerg og Tobias Rahim við sanginum “Stor mand”.

 

Heiðurskrýndur

Í 2022 kom fyrsta heildarútgávan hjá Andreas Odbjerg, og tá fingu fólk risahitt sum “I morgen er der også en dag” og “Hjem fra fabrikken”. 

Í 2021 vann Andreas Odbjerg heiðurslønir sum “Ársins nýggja danska navn” og “Ársins sangskrivari” á Danish Music Awards. 

Síðani hevur Andreas Odbjerg við fleiri hittum aftrat og við nógvum frálíkum framførslum vunnið fram sum ein av best umtóktu poppsangarunum í Danmark.

Hann hevur støðugt verið á hitlistunum, hann hevur verið sera nógvir spældur í útvarpi, og hann hevur spælt útseldar konsertir víðahvar.

Fyrsta konsertin hjá Andreas Odbjerg í Føroyum verður á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum 6. til 8. august 2026.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852