Maturin hevur alt at siga

Maturin hevur alt at siga
- Eg havi ásannað, at kostur hevur alt at siga, sigur Alma á Lava, sum av egnum royndum hevur upplivað, hvussu matur ávirkar ikki bara tarmar, men eisini heilan
 
03.12.2025 - 11:03

- Tað hevur alt at siga, havi eg ásannað, tí tað er jú tað, sum vit eru bygd upp av. 

Soleiðis sigur Alma á Lava úr Havn, tá hon verður spurd, hvønn týdning matur hevur fyri okkum menniskju.

Seinastu 15 árini hevur hon hlidið seg til eina kostætlan, ið nevnist GAPS - Gut and Psychology Syndrome, sum tað eitur á enskum. Kostætlanin inniber millum annað, at mann etur "reinan" mat - matur, sum á ongan hátt er viðgjørdur ella inniheldur tilgjørd evni.

Tað byrjaði afturi í 2011, tá Alma á Lava gjørdi eina roynd at fáa lítla sonin, sum hevði autismu, at blíva betur fyri.

- Eg las á netinum um ein russiskan, kvinnuligan neurolog, sum hevði barn við autismu, og sum hevði góðar royndir við bert at eta ávisan mat. Hetta var GAPS-kostætlanin, og eg vildi vita, um tað kundi gera ein mun hjá soninum, um vit fóru at eta eftir hesi kostætlanini, fortelur Alma á Lava.

Og tað vísti seg, at maturin hevði stóra ávirkan á sonin.

- Hann bleiv í allar mátar betur fyri. Ikki so ofta sjúkur, fekk meira orku og reageraði betur upp á tey námsfrøðiligu tilboðini, sum hann fekk, sigur Alma á Lava.

Sjálv merkti hon eisini ein mun. Umframt at lætna nógv, so merkti hon eisini, at hon fekk tað betri mentalt.

- Eg havi fyrr havt angist og OCD, men hatta er nakað, sum meir ella minni er horvið, síðani vit broyttu matvanar. Og haldi eg meg ikki til kostætlanina, kann eg merkja, at tað byrjar at spøkja aftur, sigur Alma á Lava.

Í morgunsendingini greiðir Alma á Lava frá GAPS-kostætlanini, og hvussu tað hevur ávirkað alla hennara tilveru.

1779625

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738