Má umvælast heilt inn á betongið

Má umvælast heilt inn á betongið
Tað fer at kosta næstan 40 milliónir krónur at umvæla umsitingarbygningin, gomlu telefonstøðina, hjá løgtinginum
Tá glasplátur fóru at detta av bygninginum, vóru allar tiknar niður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.12.2025 - 07:22

Tað fer at kosta næstan 40 milliónir krónur at umvæla umsitingarbygningin, gomlu telefonstøðina, hjá løgtinginum.

Formansskapurin hevur biðið løgtingið um 34,2 mió. kr.

Haraftrat eru brúktar 3,5 milliónir í ár og í fjør.

Staðfest er, at bygningurin má umvælast heilt inn á betongið.

Og nógv vindeygu og hurðar mugu skiftast.

Glaslistin kemur uppaftur.

Tó við nýggum haldbærum glasi og festum.

Arbeiðið byrjar ætlandi fyrst í 2026 og væntast at vera liðugt við árslok.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738