Tjørnuvíkartunnilin skal gerast

Tjørnuvíkartunnilin skal gerast
Landsstýriskvinnan er ikki samd við Landsverki, sum mælir frá at byrja uppá Tjørnuvíkartunnilin við ov lítlari játtan
Ruth Vang er nú eisini landsstýriskvinna í samferðslumálum
Mynd: Savnsmynd  
 
02.12.2025 - 18:44

Játtanin fyri næsta ár til at gera tunnil til Tjørnuvíkar er ov lítil. Tað heldur Landsverk. Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er tó ikki heilt samd.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru tilsamans 15 milliónir krónur tøkar til at gera Tjørnuvíkartunnilin. Men, stendur tað til Landsverk, so skulu millum 30 og 40 milliónir krónur játtast um árið fyri at fáa eina skilagóða arbeiðsgongd við tunnilsgerðini.

Ruth Vang, sum í gjár hevur yvirtikið málsøkið samferðslumál, sigur, at í hesum umfarinum eru ikki fleiri pengar at finna til Tjørnuvíkartunnilin.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum leggur tó afturat, at teir pengar, sum verða játtaðir til Tjørnuvíkartunnilin, verða brúktir til Tjørnuvíkartunnilin, og at tunnilin verður gjørdur.

Verkætlanin at gera Tjørnuvíkartunnil er liðugt prosjekterað. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru 10 milliónir krónur frá í ár framfluttar umframt aðrar 5 milliónir játtaðar, so at ætlandi verða 15 milliónir krónur tøkar at gera Tjørnuvíkartunnilin næsta ár.

Men tað heldur Landsverk vera ov lítið. Fyri at hava eina skilagóða arbeiðsgongd við tunnilsgerðini metir Landsverk, at neyðugt verður við eini árligari játta á millum 30 og 40 milliónir krónur.

Samferðslumál eru nýtt málsøki hjá Ruth Vang. Áðrenn hava tey ligið hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, men tá landsstýrið formliga varð umskipað í gjár, varð tað flutt til Fíggjarmálaráðið at umsita.

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1780039

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065