Seinasti bólkur fer skjótt at spara til eftirløn

Seinasti bólkur fer skjótt at spara til eftirløn
Fólkapensjónistar, sum hava verið fyritíðarpensjónistar, fara nú at fáa eftirlønarviðbót saman við fólkapensjónini
Fyritíðarpensjónistar fáa nú eftirløn.
 
02.12.2025 - 06:41

Fólkapensjónistar, sum hava verið fyritíðarpensjónistar, fara nú at fáa eftirlønarviðbót saman við fólkapensjónini.

Uppskotið hjá Almanna- og Mentamálaráðnum um tað er sent til hoyringar.

Fyritíðarpensjónistar eru nú einasti samfelagsbólkur, sum ikki sparir saman til egna eftirløn. 

Endamálið við uppskotinum er at minka munin á fíggjarligu umstøðunum hjá fólkapensjónistum, sum gjøgnum arbeiðslívið hava spart saman til egna eftirløn, og hjá fólkapensjónistum, sum hava verið fyritíðarpensjónistar. 

150 fólk flyta frá fyritíðarpensjón til fólkapensjón um árið. 

Broytingin fer at kosta 350.000 kr. í 2026 og eina millión í 2027.

Um 40 ár fer hon at kosta landskassanum 15 mió. kr.

Ein onnur broyting er, at ásetingin um, at barnaviðbót ikki kann veitast í brotum, verður strikað.

Tað merkir, at fólk, sum fær brotpensjón og hevur rætt til barnaviðbót, fer at fáa barnaviðbótina í somu brotum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738