Helmingurin av Airbus 320 flogførunum vórðu sett í gjár

Helmingurin av Airbus 320 flogførunum vórðu sett í gjár
Atlantic Airwais var tó ikki rakt, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways
Dagføringin av Airbus 320 rakti ikki flogførini hjá Atlantic Airways.
 
29.11.2025 - 18:30

Helmingurin av øllum flogførunum hjá Airbus 320 vórðu sett í gjár.

Ein dagføringin skuldi gerst beinanvegin, og tí vóru nógv Airbus-flogfør um allan heimin, sum ikki flugu. 

Í gjár boðaði Airbus frá, at umleið 6000 av teirra flogførum í A320-familjuni skuldu dagførast beinanvegin. Tað svarar til umleið helmingin av øllum Airbus-320 flogførum.

Ongantíð áður í 55 ára gomlu søguni hjá Airbus eru so nógv flogfør hjá Airbus sett í einum.

Talan var um eina dagføring í ritbúnaðinum, ið skuldi gerast. Reuters skrivar, at í flestu førum skuldu vendast aftur til eina eldri skipan í ritbúnaðinum. Hetta mátti gerast, áðrenn flogførini sluppu at flúgva aftur.

Øll flogførini hjá Atlantic Airways eru Airbus 320, men einki av teimum var rakt av dagføringunum, ið skuldu gerst, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

At 6000 flogfør vórðu sett í gjár, ávirkaði flogferðsluna um allan heim, og nógvastaðni komu seinkingar í flogferðsluna.

Nakrir føroyingar hava eisini upplivað seinkingar.

 

1779461

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576