Tyrluskiparar á Malta fáa venjing á simulatordeplinum í Sørvági

Tyrluskiparar á Malta fáa venjing á simulatordeplinum í Sørvági
Sáttmálin fevnir um try ár, og 13 tyrluskiparar koma til Føroya at fáa venjing
Avtalan við Malta fær stóran týdning fyri umdømið hjá  Atlantic Airways Aviation Academy uttanlands.
 
27.11.2025 - 11:32

- Hetta er avgjørt størsti sáttmáli higartil.

Tað sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á Atlantic Airways Aviation Academy -  simulatordeplinum í Sørvági - nú avtala er gjørd við myndugleikarnar á Malta um at venja tyrluskiparar hjá maltesiska herinum.

Sáttmálin fevnir um try ár, og 13 tyrluskiparar koma til Føroya at fáa venjing. 

 

Hans Erik Jakobsen. 

 

Hans Erik Jakobsen sigur, at avtalan fær stóran týdning fyri umdømið hjá  Atlantic Airways Aviation Academy uttanlands.

Umboð fyri Atlantsflog vóru á sølustevnu í Madrid herfyri, og tá fekst samband við umboð fyri myndugleikarnar á Malta.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27112025_Hans_Erik_

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572