Brutu mjødnina í ferðsluóhappi

Brutu mjødnina í ferðsluóhappi
Annar bilurin fór á glið í hálkuni og rendi í síðuna á einum bili, sum var í hinari vegbreytini á Velbastaðvegnum
 
17.11.2025 - 08:08

Tvey fólk brutu mjødnina í ferðsluóhappinum á Velbastaðhálsi í gjáramorgunin. 

Hini sjey fólkini í bilunum fingu ikki skaða, sigur politiið.

Óhappið var stutt fyri klokkan fimm í gjáramorgunin.

Annar bilurin fór á glið í hálkuni og rendi í síðuna á einum bili, sum var í hinari vegbreytini. 

Fimm fólk vóru í øðrum bilinum og fýra í hinum.

Øll eru tey ung fólk, og tey fóru á Landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815