Løgtingið vil hjálpa bólki 5B

Løgtingið vil hjálpa bólki 5B
Løgtingið tekur undir við uppskotinum um at fáa landsstýrismannin í fiskivinnumálum at kanna møguleikan fyri at geva bólki 5B fleiri fiskidagar
 
14.11.2025 - 06:40

Løgtingið tekur undir við uppskotinum um at fáa landsstýrismannin í fiskivinnumálum at kanna møguleikan fyri at geva bólki 5B fleiri fiskidagar.

Meirilutin í vinnunevndini hjá løgtinginum, Erhard Joensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Grímur Sundstein og Jacob Vestergaard, tekur undir við uppskotinum til samtyktar hjá Jóhannis Joensen, Jacobi Vestergaard og Bárði á Steig Nielsen.

Minstamark eigur at vera fyri, hvussu ein fiskidagur í bólki 5B skal roknast, halda teir tríggir tingmenninir.

Teir skjóta upp at seta til dømis 150 kilo sum minstamark fyri, nær ein avreiðing telur sum ein fiskidagur.

Annar minnilutin í nevndini, tvey samgongufólk, Annika Olsen og Uni Holm Johannesen, tekur eisini undir við uppskotinum, men við nøkrum viðmerkingum.

Tey halda, at landsstýrismaðurin eigur at javnseta bólk 5A og bólk 5B við hinar bólkarnar í fiskidagaskipanini, so ein ávísur partur av óbrúktum fiskidøgum kann flytast tvørtur um ár.

Tey taka undir við, at landsstýrismaðurin kannar, hvussu stórar avreiðingar skulu vera, áðrenn tær telja sum fiskidagur. 

Men fyrilit skal takast fyri, at møguligar broytingar eru í samsvari við umsitingarætlanina um fiskiskap.

 

Ein minniluti ímóti

Triði samgongulimurin í nevndini, Árni M. Dam, heldur tað vera ein óskikk at broyta útlutaðar dagar. 

Verður roynandi fyri veður og nakað av fiski verður, er ikki meira eftir í bólkinum enn bólkur 5 A sjálvur hevur brúk fyri.

Hann mælir frá at samtykkja uppskotið.

Fiskidagarnir í bólki 5B vóru uppi 16. oktober. 

Tá, 16. oktober, hevði bólkur 5A 649 dagar eftir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221