Uttanlandsnevndin var ikki samd um at víðka revsitiltøkini móti Russlandi

Uttanlandsnevndin var ikki samd um at víðka revsitiltøkini móti Russlandi
Uttanlandsnevndin fór í ein meirluta og tríggjar minnilutar í lógaruppskotinum um at víðkað revsitiltøkini móti Russlandi
Russisk skip á Havnini og danska verjuskipið Hvidbjørnen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
13.11.2025 - 18:46

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum er nú komið við álitinum um at seta fleiri revitiltøk í verk móti Russlandi.

Lógaruppskotið um víðkað revsitiltøk móti Russlandi - ítøkiliga at seta tvey russisk reiðarí, Norebo og Murman Seafood á svartalista - hevur ligið í Uttanlandsnevndini síðani 28. august.

Samanumtikið staðfestir meirilutin (Bjarni Hammer, Høgni Hoydal, Annika Olsen og Karlot Hergeirsson), at uppskotið snýr seg um eitt nýtt stig í føroyskum uttanríkis- og trygdarpolitikki, har føroyskir myndugleikar vilja útvega sær egnar heimildir at seta tiltøk í verk ímóti virksemi, persónum og feløgum, ið verða mett at hótta trygdina í føroyska samfelagnum, í Norðurhøvum og í heiminum sum heild. Í hesum føri verður heimildin útvegað við broyting í galdandi lóg um revsiatgerðir í sambandi við álopið á Ukraina.

Les álitið hjá Uttanlandsnevndini her

 

Hoyr samrøðu við Bjarna Hammer, formann í Uttanlandsnevndinim, í tíðindunum á nátturða

1776236

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744