Fríðun er ársins ferðavinnufólk 2025

Fríðun er ársins ferðavinnufólk 2025
Ársins ferðavinnufólk verður lýst sum lívæðrin í føroyskari ferðavinnu
 
13.11.2025 - 10:15

Í nógv ár hevur hon verið lívæðrin í føroysku ferðavinnuni og er ein ímynd av tí besta, vit hava at bjóða.

Soleiðis verður sagt um ársins ferðavinnfólk, sum í ár er Fríðun Jacobsen. Heiðursbrævið verður latið teimum persónunum, sum dagliga mynda gestaupplivingina í Føroyum.

- Tá eg fekk boðini, at eg var vald at vera ársins ferðavinnufólk í 2025, tá bleiv eg heilt ovfarin og kløkk, men eg bleiv eisini sera rørd, sigur Fríðun Jacobsen, sum dagliga arbeiðir hjá Greengate Incoming, har hon er varastjóri og eigari. 

Fríðun Jacobsen heldur, at føroyska ferðavinnan hevur tað sum heild gott, men onkrar avbjóðingar eru.

- Tað koma alsamt fleiri ferðafólk til landið, og ein avbjóðing er at fáa tey at spjaðast runt landið, soleiðis at øll hesi ferðafólkini ikki bara fara til nøkur heilt fá støð í landinum, sigur Fríðun Jacobsen.

Sambært henni er tað eitt, sum vit í Føroyum duga serliga væl, tá tað snýr seg um at taka ímóti ferðafólkum.

- Føroyingar eru sera gestablíðir. Og eitt nú heimablídni, tað er nakað, sum er ógvuliga væl umtókt millum tey ferðafólkini, ið koma hendavegin, sigur Fríðun Jacobsen.

Í morgunsendingini hugleiðir hon um ferðavinnu í Føroyum og sína egnu starvsleið.

1775918

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549