Fosturtøkumálið: Trý minnilutaálit koma frá rættarnevndini

Fosturtøkumálið: Trý minnilutaálit koma frá rættarnevndini
Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Rósa Tyril Gaardlykke lótu umsitingini í løgtinginum álit í gjár, og Henrik Old væntar at lata umsitingini álit í dag
Helgi Abrahamsen er næstformaður í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2025 - 12:55

Ein minniluti í rættarnevndini - Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum og Rósa Tyril Gaardlykke úr Miðflokkinum - hevur latið umsitingini í løgtinginum álit sítt í málinum um fosturtøkulóg.

Helgi Abrahamsen, sum er næstformaður í rættarnevndini, sigur, at tey lótu umsitingini sítt álít í gjárkvøldið. 

- Umsitingin skal nú kanna og rættlesa álitið og gera møguligar viðmerkingar, sigur Helgi Abrahamsen, sum ikki fæst at siga nakað um, hvat stendur í álitinum.

 

Hervør Pálsdóttir  (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) 

 

Upprunaliga freistin, sum var 30. oktobur, varð longd til 7. novembur, seinasta fríggjadag.

Tá var tó einki álit komið úr rættarnevndini, og forkvinnan, Hervør Pálsdóttir, segði soleiðis í tíðindunum á nátturða fríggjakvøldið:

 

13122025_Hervor


 

Henrik Old  (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) 

 

Biðið um tøl úr Barsilsgrunninum

Henrik Old úr Javnaðarflokkinum skrivar sítt egna álit. 

Hann er ikki liðugur við álitið enn, tí í sambandi við hetta málið er eitt sindur meira, sum skal kannast, segði hann fyrrapartin.

- Eg arbeiði við einum uppskoti um at bøta um fíggjarligu umstøðurnar hjá teimum, sum eiga sítt fyrsta barn. 

Til hetta mangla nøkur tøl úr Barsilsgrunninum, sum eg havi biðið um, sigur Henrik Old.

Spurdur, um hann roynir at súlta málið, sigur hann nei, og leggur afturat, at hann ongantíð áður hevur upplivað slíkt trýst á eina nevnd um at koma við áliti.

- Fólk stúra fyri, hvør fer úr tinginum, og hvør kemur inn. Eg havi onga ætlan um at súlta nakað, men vil bert koma við mínum egna áliti, sigur Henrik Old, sum vónar, at hann verður liðugur og kann lata umsitingini álit sítt í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391