Løgreglan havt úr at gera

Løgreglan havt úr at gera
Bæði í gjár og í nátt, hevur løgreglan havt úr at gera
Mynd: Savnsmynd  
 
09.11.2025 - 10:10

Hóast einki sera álvarsamt er farið fram, hevur løgreglan havt nógv at gera.

Millum annað mátti ein maður bjargast, sum var komin illa fyri í sambandi við haruskjóting.

Maðurin varð heintaður við tyrlu í Nólsoy gjáramorgunin og er nú á sjúkrahúsinum.

Harumframt hevur ymiskt órógv verið í býnum í gjárkvøldi, bæði í Havn og í Klaksvík.

Í Havn hava ungfólk koyrt aftaná løgregluni á knallertum, og ein endaði við at verða tikin.

Knallertin koyrdi víðari av sær sjálvari, tá førarin fór av henni, og hon rakti ein tilvildarligan persón. Eingin skaði hendi, men løgreglan tosaði við foreldrini hjá unga føraranum.

Í Klaksvík hava unglingar blakað egg eftir bilum, og tað endaði við at ein bilur fekk skaða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264