Slapp undan at svara spurningi um Trump og Grønland

Slapp undan at svara spurningi um Trump og Grønland
Nýggi amerikanski sendiharrin í Danmark sigur, at hann ætlar sær at styrkja sambandið millum USA og Danmark
Ken Howery er nýggjur amerikanskur sendiharri í Danmark.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
06.11.2025 - 08:46

Ken Howery, nýggi amerikanski sendiharrin í Danmark, slapp undan at svara spurningi frá journalisti um Donald Trump og Grønland.

Tá journalisturin spurdi á tíðindafundi, var eitt starvsfólk hjá sendiharranum skjótt at svara, at stundir vóru ikki til at svara spurninginum, skrivar Ritzau.

Ken Howery sigur, at hann ætlar sær at styrkja sambandið millum USA og Danmark.

Hann sigur, at verja og trygd, handil og íløgur vera raðfest fremst. Men stúranin um trygdina í Aktis, serliga í Grønlandi, er eisini raðfest.

Einki amerikanskt sendifólk hevur verið í Danmark, síðani Donald Trump bleiv forseti 20. januar í ár.

Ken Howery sigur, at hann ætlar sær at vitja Føroyar og Grønland, skrivar Ritzau.

Hann hevur frammanundan verið sendiharri í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817