Meiningakanning: Lítil undirtøka fyri linjuføringini hjá landsstýrinum

Meiningakanning: Lítil undirtøka fyri linjuføringini hjá landsstýrinum
Bara 5. hvør føroyingur tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum um, hvar Suðuroyartunnilin skal koma upp í Sandoynni. Tað vísir nýggj meiningakanning hjá Spyr.fo
Mynd: Savn  
 
06.11.2025 - 18:29

Bara 5. hvør føroyingur tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum og tunnilsfelagnum at Suðuroyartunnilin skal koma upp í Djúpadali á Sandoynni, og meira enn 80 prosent halda, at tunnilin heldur skal koma upp við Múlan norðan fyri Sandsbygd.

Tað vísir nýggj meiningakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Og hetta kemur óvæntað á Inga Samuelsen, redaktør á Portalinum. 

Meiningakanningin var gjørd 3. november, og 500 fólk svaraðu kanningini. Óvissan er upp í 3,7 prosent.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1774755

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598