Fakfeløg óvitandi um stóru broytingina í miðfyrisitingini

Fakfeløg óvitandi um stóru broytingina í miðfyrisitingini
Fakfeløg hava onga formliga fráboðan fingið um stóru broytingina í miðfyrisitingini, sum Landsstýrið kunngjørdi í gjár.
Tinganes.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
05.11.2025 - 18:17

Í gjár kunngjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, at landsstýrið verður umskipað soleiðis, at talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum fer úr 9 niður í 6 við virknaði frá 1. desembur.

Men tað gongur ikki bara út yvir landsstýrisfólkini. Í tíðindakskrivi í gjár segði Løgmansskrivstovan, at løgmaður hevur heitt á løgmansstjóran um at koma við tilmæli um, hvørjir aðalstjórar skulu manna tey fimm nýggju aðalráðini.

Tað er greitt, at tríggir av teimum núverandi aðalstjórunum ikki fara at halda fram sum aðalstjórar. Teir aðalstjórarnir eru Poul Geert Hansen í Barna- & útbúgvingarmálaráðnum, Eyðun Mohr Hansen í Almanna- og mentamálaráðnum og Nella Festirstein í Løgmálaráðnum.

Kringvarpið hevur í dag roynt at fingið greiðu á, hvat hendur við teimum trimum fráfarandi aðalstjórunum 1. desembur, tá umleggingin fær gildi. Men tað er ikki eydnast at fáa svar upp á tann spurningin.

Meinhard Gaardlykke, formaður í Tænastumannafelagnum, hevur ongar viðmerkingar um málið sum so. Men hann váttaði fyri Kringvarpinum í dag, at felagið onga formliga fráboðan hevði fingið um ætlaðu broytingarnar.

Hannus Petersen, formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, vildi ikki gera bandaða samrøðu í dag. Men hann sigur, at hetta eru munandi broytingar, og hann vísir á, at ásetingar eru í sáttmála um samstarvsráð, og at felagið ikki hevur verið partur av hesi tilgongdini. Búskapar- og løgfrøðingafelagið hevur onga formliga fráboðan fingið.

 

Felags fundur

Í SMS-boðum til Kringvarpið skrivar John Rajani, løgmansstjóri, at á felags fundi fyri øll starvsfólkini í miðfyrisitingini í gjár vóru starvsfólkini kunnað um avgerðina at fara úr 9 niður í 6 aðalráð.

Á fundinum gjørdi eg greitt fyri starvsfólkunum, at tað er væntandi, at hesar broytingarnar fara at føra við sær, at nøkur størv verða niðurløgd í miðfyrisitingin. Enn er tó ov tíðliga at siga, hvussu hetta verður. 

Eg og hinir aðalstjórarnir fara fram til 1. desember at fyrireika broytingina, og umrøða, hvussu hesi seks nýggju ráðini skulu skipast innanhýsis frameftir, og hvørji fólk skulu flytast hvar. Skrivar løgmansstjórin í SMS-boðum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040