U21: Ein trupul uppgáva

U21: Ein trupul uppgáva
U21-landsliðsúttøka: Tríggjar broytingar eru á liðnum, sum skal spæla móti Fraklandi. Tveir av ungu útisetunum fara við U19-landsliðnum, meðan Jóhan Josephsen er skaddur
Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.11.2025 - 12:15

Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð skal U21-landsliðið spæla venjingardyst. Tað verður undan EM-undankappingardystinum móti Fraklandi, sum verður 17. novembur á útivølli. Føroyar spæla 13. novembur venjingardyst móti Ungarn.

Tað verður uttan tveir av mest spennandi ungdómslandsliðsspælarunum, sum vit hava. 17 ára gamli Dávid Reynheim, sum spælir í italska Torino, og 18 ára gamli Aron Benjaminsen, ið spælir við norska Kristiansund, fara við U19-landsliðnum til EM-undankapping í Ungarn.

Hartil er áleyparin hjá B68, Jóhan Josephsen, skaddur. Í teirra stað eru komnir Marjus Nón og Djóni Samuelsen úr B68 og Thomas Bjørn Miezan úr EB/Streymi. Føroyar taptu heili 6-0 móti Fraklandi seinast og venjarin, Ólavur Mikkelsen, væntar ein minst líka so harðan dyst hesa ferð.

- Tað var ein trupul dystur og tað verður tað aftur hesa ferð. Tú vónar altíð, tá tú møtur so sterkari mótstøðu, at teir ikki eru heilt dystarsinnaðir, men tað vóru teir. Tað var fyrsti dysturin í undankappingini hjá teimum, og seinast Frakland var her, endaði tað við javnleiki. Tí vóru teir tendraðir og góvu alt teir høvdu. Tað vænta vit aftur, so vit mugu royna at verða skarpari upp á okkara ting, segði Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari.

Føroyar hava 9 stig fyri fimm dystir í EM-undankappingini. Føroyar vunnu á Estlandi, Íslandi og Luksemborg, og hava tapt móti Fraklandi og Sveis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744