Skiftisár raka harðari og fyrri

Skiftisár raka harðari og fyrri
Heili 97 prosent av kvinnum millum 45 og 59 ár hava symptomir upp á skiftisár, vísir umfatandi kanning
 
03.11.2025 - 10:38

- Hon er sera áhugaverd. Eg veit ikki, um eg eri so bilsin av úrslitunum, men her kemur avgjørt nakað nýtt fram.

Orðini eigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, um størstu donsku kanningina nakrantíð, sum er gjørd um heilsu og trivna hjá kvinnum í Danmark.

Stóra kanningin, sum verður nevnd KISO-kanningin, er gjørd av granskarum á Universitetinum í Keypmannahavn, og útvið 154.000 kvinnur hava svarað spurnarblaði. Omanfyri 500.000 kvinnur fingu spurnarblaðið. 

Kanningin vísir millum annað, at heili 97 prosent av kvinnum millum 45 og 59 ár hava symptomir upp á skiftisár, og skiftisár byrja væl fyrr, enn áður hildið.

Sambært Katrini Kallsberg hevur henda kanningin stóran týdning og fer eisini at hava eina ávirkan á, hvussu samfelagið skilir skiftisárini. 

- Heilt skjótt rokni eg við, at tað verður meira alment accepterað, at tað eru skiftisártrupulleikar, tá mann hevur ymisk symptomir og ikki bara hitatúrar. Tað kemur at vera vanligt, at tá tú fert til kommunulækna at kanna eitthvørt, so verða skiftisárini ein púra natúrligur partur, sum mann líka tekur upp. Tað verður nakað fullkomiliga normalt at tosa opið um eisini, sigur Katrin Kallsberg.

1773787

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221