Menningardeildin hjá Skanderborg håndbold errin av sínum føroyingum og dana

Menningardeildin hjá Skanderborg håndbold errin av sínum føroyingum og dana
Tá A-landsliðini við monnum hjá Føroyum og Danmark spældu landsdyst í gjár, vóru fimm leikarar á vøllinum, ið høvdu fingið sín hondbóltsuppvøkstur í Skanderborg
Mynd: SHEA á Facebook  
 
03.11.2025 - 14:46

Menningardeildin hjá Skanderborg Håndbold, ið gongur undir navninum SHEA, er errin av at fimm av leikarunum, sum vóru á vøllinum, tá Føroyar og Danmark spældu í Golde League gjár, hava fingið sín hondbóltsuppvøkstur í felagnum. 

Talan er um fýra føroyingar og ein dana, hóast talan var um tríggjar føroyskar landsliðsleikarar og tveir danskar. 

Føroysku stjørnunar Hákun West av Teigum, Elias Ellefsen á Skipagøt og Pauli Jacobsen hoyra saman við danska Thomas Arnoldsen til 2002 árgangin hjá SHEA.

Fimti maðurin, ið eisini hevur havt sín hondbóltsuppvøkstur í SHEA, men sum spælir á danska landsliðnum, er Jóhan Á Plógv Hansen.

Á sínum Facebook-vanga skrivar SHEA:

"At síggja teir standa sum profilar á A-landsliðunum, lið um lið, er eitt grett tekin um, hvat áræði, felagsskapur og eitt sterkt menningarumhvørvi kann føra til. Vit eru errin - og takksom fyri at hava verið partur av menning teirra."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139