Plátubarrin og Diskobeiggjon komin afturíaftur

Plátubarrin og Diskobeiggjon komin afturíaftur
Ein brúnur Jákup Magnussen er sæddur í KVF, og tað merkir, at fyrsta Plátubarrin í vetrarskránni verður í kvøld. Men gevið gætur! Sendingin í kvøld byrjar kl. 21
So er hann komin afturíaftur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2025 - 08:44

Tá flytifuglarnir seta kós móti heitari londum, plagar Jákup "Diskobeiggjon" Magnussen at venda nøsina norðureftir frá heitum suðurlendskum strondum móti kuldanum og mykrinum í Føroyum.

Við sær í skjáttuni hevur hann altíð byggikubbarnir til enn eina seasong av Plátubarrini. 

Gaman í, so plagar hann líka at keypa sær ein heitan jakka á flogvøllinum á vegnum heim. 

 

Byrjar kl. 21

Men í ár er oktober mánaðurin komin og farin, og fólk vóru farin at ótolnast, tí einki hevur verið at hoyrt til Plátubarrina ella Diskobeiggjan leygarkvøld.

Óttist ikki, tí ein væl dæmdur og uppaftur betur upplagdur Jákup Magnussen er sættur í Kringvarpi Føroya, so nú er okkara egni flytifuglur komin heimaftur.

Jákup Magnussen ásannar, at tað hevur tikið eitt sindur longri tíð hesu ferð at reisa seg úr heita liggistólinum á Gran Canaria og koma aftur til Føroya. 

"Um tú hevði verið sama stað, sum eg havi verið, og undir somu umstøðum, so hevði tú nokk gjørt tað saman," sigur Jákup Magnussen. 

Allahalgannadagur er í dag, og útvarpið sendir eisini Allahalgannagudstænastuna. Tað merkir, at fyrsta Plátubarrin í vetrarskránni ikki byrjar fyrr enn klokkan 21. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576