Viljormur flytur heimaftur til NSÍ

Viljormur flytur heimaftur til NSÍ
Teir gulu og svørtu í Runavík eru glaðir í dag, nú tað er kunngjørt, at Viljormur Davidsen flytur heimaftur til barndómsfelagið at spæla
Viljormur Davidsen fleyg úr reiðrinum í NSÍ sum 15 ára gamal. Nú flýgur hann heimaftur at spæla
 
29.10.2025 - 21:04

15 ára gamal pakkaði Viljormur Davidsen kuffertið í bardómsheiminum í Saltangará og flutti frá heimbýnum og barndómsfelagnum NSÍ til Odense at spæla við ungdómsliðum hjá kenda danska felagnum OB.

Síðani var vinstri bakkurin og varaliðskiparin á landsliðnum yrkisleikari uttanlands, inntil hann og familjan í 2023 fluttu heimaftur at búgva. Tá skrivaði hann sáttmála við HB, ið hann hevur spælt við inn til nú. 

 

Liðskipari í Superliguni

Nú flytur 34 ára gamli Viljormur Davidsen so heimaftur til barndómsfelagið NSÍ, har alt byrjaði.  

NSÍ kunngerð í kvøld, at felagið hevur skrivað ein trý ára sáttmála við landsliðsbakkin, ið hevur umboðað Føroyar 90 ferðir. 

Í fráboðanini ger NSÍ vart við, at Viljormur í 2012 var líka heima og vendi oman á ein herviligan skaða, tá hann spældi tríggjar dystir við besta liðnum hjá NSÍ, áðrenn hann fór aftur til Danmark at royna seg. 

Síðani spældi Viljormur seg upp á ovastu rók í Danmark, og hann var eitt skifti liðskipari hjá Vejle í Superliguni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118