H-bygningurin: Projektering og fyrireiking kostaðu 73 milliónir

H-bygningurin: Projektering og fyrireiking kostaðu 73 milliónir
Ráðgevandi verkfrøðingar hava kostað 50 milliónir kr., upplýsir landsstýriskvinnan í heilsumálum
Projekteringin og fyrireikingarnar í sambandi við H-bygningnin hjá Landssjúkrahúsinum kostaðu 72,8 mió. kr.
 
28.10.2025 - 10:13

Projekteringin og fyrireikingarnar í sambandi við H-bygningnin hjá Landssjúkrahúsinum kostaðu 72,8 mió. kr.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Farið var undir at projektera H-bygningin í 2014. Fyrireikingarnar byrjaðu í 2009.

Johan Dahl spurdi eisini, hvussu nógv ráðgevandi verkfrøðingar hava kostað.

Har er svarið 49,8 mió. kr. 

Aftrat kemur kostnaður til ráðgevandi verkfrøðing í sambandi við lekar og ábøtur. 

Spurt var eisini um eftirlit við byggingini.

Tað hevur kostað 8,8 mió.kr., er svarið.

 Les alt svarið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761