Fakfeløgini fyrireika framvegis krøvini um lønarkarm

Fakfeløgini fyrireika framvegis krøvini um lønarkarm
Arbeiðsbólkur arbeiðir við lyklatølum, og semjast feløgini um lønarkrøvini í karminum, fara tey at samráðast um nýggjan sáttmála hvør sær
Súni Selfoss er formaður í Starvsfelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2025 - 12:20

Tey sjey fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum ætla at samráðast við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um karmin í nýggja sáttmálanum, fyrireika framvegis samráðingarnar.

- Í løtuni situr arbeiðsbólkur og finnur lyklatøl at brúka í samráðingunum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, í sms-boðum.

Krøvini er tí ikki handað. 

 

Samráðast hvør sær

- Verða vit samd um at fara víðari, eftir at lyklatølini eru funnin, verða felags samráðingar bara um karmin. Feløgini fara at samráðast um nýggjan sáttmála hvør sær, sigur Súni Selfoss. 

Spurningurin, um samráðst verður í krónum ella prosentum, er ikki viðgjørdur enn, sigur Súni Selfoss. Hann væntar nýggjan tvey ára sáttmála.

Talan er um nýggjar sáttmálar fyri Starvsfelagið, Akademikarafelagið, Búskapar- og løgfrøðingafelagið, Yrkisfelagið fyri miðnám, Kost- og føðslufelagið, Farmankonomfelagið og Yngri læknar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Leygardag 6. desember
Morgunlestur leygardagur 6.desember 2025
200251
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065