Deila seksuelt tilfar - kunnu fáa blett í barnaváttan og revsiváttan

Deila seksuelt tilfar - kunnu fáa blett í barnaváttan og revsiváttan
Politiið heitir á foreldur og avvarðandi at tosa við børn síni um hetta málið
Kanningararbeiðið hjá politinum vísir, at tilfarið ofta verður deilt á bólkar við nógvum móttakarum. 
 
27.10.2025 - 10:15

Politiið fær í hesum døgum nógvar fráboðanir frá NCMEC, National Center for Missing and Exploited Children, um føroysk børn í aldrinum 11 til 14 ár, sum deila seksuelt tilfar um føroysk børn og ung á sosialu miðlunum. 

Gongdin er ørkymlandi, sigur politiið.

Fáa vit ikki steðgað hesum, kunnu vit vænta, at føroysk børn skjótt fáa eina skuldseting og harvið ein blett í barnaváttanina, ljóða greiðu boðini frá politinum.

Byrjanarkanningararbeiðið hjá politinum vísir, at tilfarið ofta verður deilt á bólkar við nógvum móttakarum. 

Hetta er á sosialum miðlum, til dømis Snapchat og Messenger. 

Nógvir skúlaflokkar hava til dømis felags kjattbólkar.

 

Vita ikki, at tað er ólógligt

Politiið hevur longu havt fleiri mál, har seksuelt tilfar við børnum og ungum undir 18 ár er deilt í tílíkum bólkum. Politiið sigur, at flestu børn vita ikki, at talan er um ólógligt tilfar.

Tey vita ikki, at tað er ólógligt at hava seksuelt tilfar av børnum og ungum undir 18 ár á telefonini, og senda tað víðari.

Politiið sigur, at fólk, sum eru eldri enn 15 ár, og hava í varðveitslu ella deila seksuelt tilfar við børnum og ungum undir 18 ár, fáa blett í bæði revsiváttan og barnaváttan. 

Hetta er eisini galdandi, um fólk bara hava atgongd til tilfarið í einum kjattbólki á telefonini.

 

Eiga at tosa við børnini

Politiið heitir á foreldur og avvarðandi at tosa við børn síni um hetta málið.

Ein barnaváttan vísir eitt nú, um fólk er ella hava verið skuldsett, ákærd ella dømd í málum um kynsligan ágang móti børnum. 

Barnaváttanin minnir um revsiváttan.

Munurin er tó, at upplýsingarnir standa nógv longri í barnaváttanini enn í revsiváttanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817