Trump væntar ikki at Ukraina fer at vinna kríggið

Trump væntar ikki at Ukraina fer at vinna kríggið
Amerikanski forsetin sigur, at gongd er í royndini at fáa eina avtalu í lag millum partarnar
Donald Trump, forseti.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.10.2025 - 07:57

Amerikanski forsetin, Donald Trump, væntar ikki,  at Ukraina fer at vinna kríggið.

- Tey kunnu vinna. Eg rokni ikki við tí, men tey kunnu vinna, sigur Trump, forseti, sambært Reuters tíðindastovuni.

Hann sipar til Ukraina, sum hevur verið í kríggi við Russland, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022.

Sambært Reuters sigur Trump, forseti, at gongd er í royndini at fáa eina avtalu í lag millum partarnar. Hann sigur eisini, at hann hevur biðið Russland gevast við at leypa á sivilfólk.

 

Uttanríkisráðharrar tosaðu í telefon

Marco Rubio og Sergej Lavrov, sum eru ávikavist amerikanskur og russiskur uttanríkisráðharri, tosaðu í gjár saman í telefon, skrivar Reuters. Tað gjørdu teir, eftir at forsetarnir báðir tosaðu saman í seinastu viku.

Trump hitti ukrainska Volodymyr Zelenskyj í Hvítu Húsunum fríggjadagin.

Donald Trump hevur leingi havt sum mál at fáa frið í lag millum partarnar, og ofta hevur ivi verið um altjóða, hvørjum parti, hann heldur við.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761