Tað hendir ógvuliga nógv í tilveruni hjá Stanley í løtuni. Nýggj tónleikaútgáva, nýggj ævisøga og tríggjar stórar útgávukonsertir.
- Hetta er nógv meira, enn eg kann rúma í høvdinum, ásannar Stanley. - Vit taka ein dag í senn, sigur hann brosandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Nýggja útgávan eitur Sólskin, og heitið hongur væl saman við sangunum á útgávuni, og ikki minni við tilveruna hjá Stanley.
Tí hóast hann hevur fingið alzheimer, fegnast hann um lívið, og tað sæst aftur í tónleikinum.
Hetta er í stóran mun ein samanumtóka av tilfari, hann hevur havt liggjandi ymsastaðni.
Nú verður nýggi tónleikurin, saman við góðum, fólkakærum sangum, spældur á útgávukonsertum kring landið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Lagt verður fyri í Norðurlandahúsinum í Havn, síðani er tað Mentanarhúsið í Fuglafirðið, áðrenn rundað verðr av í Salt á Tvøroyri.
Jóhannus á Rógvu Joensen, sum sjálvur spælir við á konsertunum, hevur samskipað.
Hann hevur verið fantastiskur, sigur Stanley. Tað at vit hava kenst og spælt saman í so nógv ár ger, at hann er júst tann rætti at standa fyri hesum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Eisini kemur ein spildurnýggj bók um Stanley út við sama høvi. Hana hevur Hilmar Jan Hansen skrivað.
- Tað hevur verið áhugavert at ferðast aftur í tíð og greitt frá.
Gott hevur verið at Merete hevur kunnað lagt aftrat, tá minnið hevur svikið hjá mær, sigur Stanley.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Í Studio 5 verða tveir sangir spældir av nýggju útgávuni. Tann fyrri er Tín rødd og tann seinni Kundi eg skrivað á himmalin.
Saman við sær hevur Stanley hesar tónleikarar: Jóhannus á Rógvu Joensen: bass, Kim Hansen: klaver og Jósva Debes: trummur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
1770398