- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at toyggja barsilsfarloyvið

Barsilsskipanin skal gerast smidligari, og uppskotið um broytingar í barsilslógini verður væntandi lagt fyri løgtingið í februar.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.
Hvussu skipanin skal gerast smidligari er ikki avgjørt enn, sigur landsstýriskvinnan.
Tey uppskotini, sum higartil eru umrødd í politisku skipanini, eru at barsilsfarloyvið kann toyggjast, so tað kann vera 58 vikur við 90 prosentum í útgjaldi, ella 65 vikur við 80 prosentum í útgjaldi, ella 74 vikur við 70 prosentum í útgjaldi.
Skal kunna flættast
Barsilsfarloyvið skal eisini kunna flættast, sum sagt verður í svarinum, soleiðis at eitt nú 39 vikur hava 100 prosent í útgjaldi og 26 vikur 50 prosent.
Onnur uppskot eru, at nakrar vikur kunnu goymast í ávíst áramál, foreldur kunnu taka allar vikurnar samstundis, og ongar vikur eru markaðar til ávíst foreldur.
Tosað er eisini um klippikortskipan, sum kann nýtast eftir tørvi innan ávíst áramál.
Landsstýriskvinnan leggur dent á, at allar broytingar skulu umrøðast við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.




























