Visti um niðurskurðin 11 dagar fyri fíggjarlógina

Visti um niðurskurðin 11 dagar fyri fíggjarlógina
19. september fekk Fiskivinnumálaráðið at vita frá ICES, at stórur niðurskurður kundi væntast í tilmælinum um makrel og svartkjaft   
ICES mælir til stóran niðurskurð í makrelfiskiskapinum næsta ár.
 
16.10.2025 - 06:52

19. september fekk Fiskivinnumálaráðið at vita frá ICES, at stórur niðurskurður kundi væntast í tilmælinum um makrel og svartkjaft.   

ICES hevur eina mannagongd, sum sigur, at tá ábendingar eru um ógvisligan niðurskurð, skulu londini, sum hava biðið um tilmælið, fáa ávaring, áðrenn tilmælið verður alment.

Og í ár hendi tað 19. september.

Fiskivinnumálaráðið segði Fíggjarmálaráðnum frá 11 dagar seinni, tann 30. september, sama dag, sum uppskotið um fíggjarlóg fyri 2026 var lagt fram.

Lagt er ikki upp fyri tilmælinum um stóru skerjingarnar í makrelinum og svartkjaftinum í fíggjarlógaruppskotinum.

Fiskivinnumálaráðið fekk at vita um endaliga tilmælið hjá ICES frá Havstovuni hendan dagin, tað er 30. september.

Og tann dagin var tilmælið eisini almannakunngjørt.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingsmann.

Vestergaard spurdi

Jacob Vestergaard undrast á, at tilmælið um makrel og svartkjaft ikki er tikið við í uppskotið um fíggjarlóg.

Tí, tá hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fekk hann at vita, hvussu tilmælið hjá ICES bleiv okkurt um ein mánað, áðrenn tilmælið var almannakunngjørt. 

Jóhan Christiansen sigur, at strandalondini skulu nú taka støðu til ráðgevingina hjá ICES.

Tey skulu avgera, hvør mest loyvda veiðan verður í 2026. 

Tá tann avgerðin er tikin, hevur Fíggjarmálaráðið neyvari upplýsingar til at gera eina nýggja inntøkumeting til fíggjarlógina fyri 2026, sigur landsstýrismaðurin.

Strandalondini hava fund um makrel í dag og í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227