Trump: India gevst at keypa russiska olju

Trump: India gevst at keypa russiska olju
Hetta fer at raka russiska búskapin meint, tí India keypir ikki minni enn 38 prosent av olju úr Russlandi
Donald Trump, forseti, sigur, at India fóðrar russisku krígsmaskinuna, tí landið keypr so nógva olju úr Russlandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2025 - 15:52

Russiski búskapurin stendur fyri einum stórum bakkasti, nú landið stendur at missa eina av sínum stóru inntøkukeldum.

Á tíðindafundi í gjárkvøldið í Hvítu Húsunum, segði Donald Trump, forseti, at hann hevði tosað við indiska forsetan, Narendra Modi. Tá skal indiski forsetin hava sagt, at India fer at gevast at keypa olju úr Russlandi.

Tað skrivar danska kringvarpið.

Er hetta veruliga so, fer tað at raka meint, tí í løtuni keypir India ikki minni enn 38 prosent av russisku ráoljuni.

 

Narendra Modi.

 

Vil hava enda á krígnum

Donald Trump forseti segði á tíðinafundinum, at hann ikki var serliga fegin um indiska handilin við Russland, tí hetta er við til at fóðra russisku krígsmaskinuna og harvið halda lív í krígnum í Ukraina.

- Eg vil hava enda á hasum krígnum, og eg eri alt annað enn fegin um, at India keypir russiska olju. Men indiski forsetin vissaði meg um, at landið ikki longur fer at keypa russiska olju, segði Trump á tíðindafundinum.

India hevur hvørki váttað ella avsannað tað, sum Donald Trump bar fram á tíðindafundinum í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. november
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?"
199599
Sunnudag 9. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
199667
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 9. november
Andaktin við Janusi Thomsen
199672
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593