Stór óvissa um avtaluna um frið í Gasa

Stór óvissa um avtaluna um frið í Gasa
Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin
Soleiðis sær út í Gasa býi. Vápnahvíldin heldur, men hon er skroypilig.
Mynd: Dawoud Abu Alkas/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2025 - 13:56

Enn eru nógvir snávingarsteinar, tá ið ræður um avtaluna at avvápna Hamas og lata leysar gíslar.

Bæði Hamas og Ísrael siga, at friðaravtalan er longu brotin. 

"Hvørji útlit eru fyri, at avtalan hjá Trump verður til varandi frið?" var evnið í Breddanum fyrrapartin.

 

Schroug Aila. (Mynd:  Il Manifesto)

 

Schroug Aila, sum er journalistur í Gasa, væntar, at Hamas leggur vápnini og fer at lata valdið frá sær. Men allir partar í avtaluni mugu haldast, sigur hon:

 

16102025_Gasa_og_journalistur

 

Katrin Weihe Grosvirt.

 

Í Ísrael býr føroyingurin, Katrin Weihe Grosvirt . Hon torir ikki at siga, um tað verður varandi friður:

 

16102025_Gasa_og_Katrin

 

Hans Andrias Sølvará og Heini í Skorini.

 

Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, og Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, vóru í útvarpsstovuni.

Í roynd og veru er ikki talan um veruliga friðaravtalu, men um semju at fara undir eina tilgongd at útflýggja gíslar og at avvápna Hamas. Og har síggja vit longu fleiri snávingarsteinar,  søgdu teir:  

 

16102025_Hans_Andrias_og_Heini


Hoyr allan Breddan her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762