Norðurlandahúsið skal hava nýggjan stjóra

Norðurlandahúsið skal hava nýggjan stjóra
Umsóknarfreistin er 5. november, og nýggi stjórin skal taka við starvinum 1. apríl næsta ár
Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum síðani 2018.
 
16.10.2025 - 11:24

Norðurlandahúsið skal hava nýggjan stjóra fyri Gunn Hernes, sum hevur verið í starvinum síðan 2018.

Starvið var tíðaravmarkað til 2022, men er longt einaferð síðan.

Tað er norðurlendska ráðharraráðið, sum søkir eftir stjóranum til Norðurlandahúsið, sum skal byrja í starvi 1. apríl næsta ár. Umsóknarfreistin er 5. november.

Áðrenn Gunn Hernes tók við sum stjóri í Norðurlandahúsinum var hon framleiðsluleiðari í Norðurlandahúsinum í Íslandi.

Frammanundan hevði hon m.a. ábyrgd av dagliga rakstrinum av altjóða pallfyritøkum, eins og hon hevur verið verkætlanarleiðari í sambandi við tónleika- og mentanartiltøk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506