Matur er makt

Matur er makt
Tað er neyðugt at vit varpa ljós á mat og sjálvbjargni í Føroyum, sigur Tróndur Leivsson, stjóri á búnaðarstovuni.
 
16.10.2025 - 09:24

Í dag, 16. oktober, er World Food Day - altjóða matardagur, sum verður hildin hvørt ár á stovningardegnum hjá Food and Agriculture Organization hjá Sameindu Tjóðum, FAO.

FAO varð stovnað fyri júst 80 árum síðani - í 1945 - og í ár verður dagurin hátíðarhildin undir slagorðinum “Hand in Hand for Better Foods and a Better Future.”

Tað merkir, at lond kring allan heimin verða eggjað til felags ábyrgd fyri at tryggja burðardygga framleiðslu, heilsugóðan mat og eitt rættvíst føðslukervi, har eingin verður gloymdur.

Her á oyggjunum hava vit ein serligan leiklut í altjóða matvøruframleiðslu - vit selja fisk og alifisk til allan heimin - men tá tað kemur til landbúnaðin, so vita vit eisini, at tað er nógv at arbeiða við, um vit skulu gera okkum meira sjálvbjargin og meira burðardygg.

Í dag seta varpa vit ljós á júst hetta í morgunsendingini: Hvussu sjálvbjargin eru vit í Føroyum viðvíkjandi mati, og hvørjir møguleikar og avbjóðingar liggja fyri framman? Tróndur Leivsson vitjaði útvarpsstovuna:

1770255

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313