Landsstýriskvinnan: Vilja varðveita serlæknaskipanina

Landsstýriskvinnan: Vilja varðveita serlæknaskipanina
Arbeitt verður við innanhýsis flytingum, so játtanin kann hækka eitt sindur, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Súsanna Bertholdsen er landsstýriskvinna í heilsumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2025 - 13:23

Læknafelagið hevur mótmælt raðfestingunum í uppskotinum til fíggjarlóg, sum liggur í løgtinginum. 

Serlæknapuljan, sum í í hesum árinum er 5,2 milliónir krónur, verður næsta ár 450.000 krónur sambært uppskotinum. 

 

Ragnar Djurhuus Hammer er formaður í Læknafelagnum, sum finst at landsstýrinum fyri at hava lækkað játtanina til serlæknapuljuna munandi.

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at tillagingar eru gjørdar, men hon leggur dent á, at serlæknaskipanin skal varðveitast.

Og arbeitt verður við innanhýsis flytingum, so játtanin kann hækka eitt sindur. 

Súsanna Bertholdsen sigur, at skipanin verður raðfest, og í løtuni eru 48 útbúgvingarstørv. Av hesum verða tríggir læknar í almennum medisini, kommunulæknar, lidnir við sína høvuðsútbúgving í november.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16102025_Serlaeknar

 

Sí eisini: Læknafelagið mótmælir skerjing í serlæknapuljuni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391