Ísrael hevur útflýggjað líkini av 30 palestinum

Ísrael hevur útflýggjað líkini av 30 palestinum
Fyribils hevur Hamas útflýggjað líkini av níggju ísraelskum gíslum
Reyði Krossur stendur fyri flutninginum av deyðu palestinunum, sum verða útflýggjaðir Gasa.
Mynd: Bashar Taleb/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2025 - 15:35

Ísrael hevur flutt líkini av 30 palestinum, sum hava latið lív í krígnum, aftur til Gasa.

Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir í Gasa, sum Hamas hevur valdið á, fyri Reuters.

Sostatt eru 120 deyðir palestinar útflýggjaðir.

Sambært vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi fríggjadagin, skal Ísrael útflýggja líkini av 15 palestinum fyri hvønn deyðan ísraelskan gísla, sum Hamas skal útflýggja.

Fyribils hevur Hamas útflýggjað líkini av níggju ísraelskum gíslum. Tíggjunda líkið vísti seg ikki at vera ísraelskur gísli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117