Fiskimálaráðið kannar eisini málið um hekkuportrið á Galaxy

Fiskimálaráðið kannar eisini málið um hekkuportrið á Galaxy
Arbeiðið hjá Fiskimálaráðnum snýr seg bara um leiklutin hjá Strandferðsluni, tí ráðið varðar av stovninum
Fiskimálaráðið fer at kanna leiklutin hjá SSL í málinum um Galaxy.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2025 - 08:22

Fiskimálaráðið arbeiðir í løtuni við at fyrireika kanningina av málinum um hekkuportrið á Galaxy, sum gloppaði á opnum havi 1. september í ár.

Elin Mortensen, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum sigur, at tey royna at bera skjótt at, og fara at koma við frágreiðing skjótt um arbeiðið. 

Arbeiðið hjá Fiskimálaráðnum skal bara snúgva seg um leiklutin hjá Strandferðsluni í málinum, tí tað er bara har, ráðið hevur ein myndugleika. 

Kanningarstjóri verður ikki settur, men ráðið noyðist helst at leita sær uttanhýsis hjálp í málinum, sum hóast tíðarskeiðið er stutt, kann verða rættiliga umfatandi.

Elin Mortensen kann ikki siga neyvt, nær kanningin er liðug, men tað verður helst innan ein mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313

Annað frá KVF