Eldraøkið: Kommunur brúka 100 mió. meira enn tær fáa frá landinum

Eldraøkið: Kommunur brúka 100 mió. meira enn tær fáa frá landinum
Neyðugt er at endurskoða fíggingarleistin, sigur Búskaparráðið
Í framtíðini fara útreiðslurnar til eldraøkið at vaksa skjótari enn inntøkurnar. (Savnsmynd)
 
16.10.2025 - 10:42

Kommunurnar brúka 100 mió. kr. meira til eldraøkið, enn tær fingu frá landinum, tá tær tóku við eldraøkinum í 2015. 

Tær fingu skattin av eftirlønarinngjøldunum og endurgjaldið fyri DIS og FAS. 

Neyðugt er at endurskoða fíggingarleistin, sigur Búskaparráðið.

Inntøkurnar frá eftirlønarinngjøldum eru vaksnar meira enn 120 prosent síðani 2015. 

Fólk, sum eru 80 ár ella meira, eru 30 prosent fleiri nú, enn fyri tíggju árum síðani.

Men í framtíðini verður støðan ein onnur, sigur Búskaparráðið.

Tá fara útreiðslurnar til eldraøkið at vaksa skjótari enn inntøkurnar. 

Tí er neyðugt at endurskoða fíggingarleistin, sigur Búskaparráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066