32 fólk hava heilsutrygdargjaldið aftur

32 fólk hava heilsutrygdargjaldið aftur
170 umsóknir eru komnar higartil, og 30 umsóknir aftrat eru játtaðar, sigur Taks
Tey, sum frá 2014 til desember 2023 rindaðu heilsutrygdargjald í Føroyum og í øðrum Norðurlandi, kunnu søkja um at fáa føroyska gjaldið afturrindað. Fyri einum ári síðani var sagt, at talan verður tilsamans 22 milliónir.
 
16.10.2025 - 08:30

Higartil hava 32 fólk fingið heilsutrygdargjald aftur.

Tey hava fingið 853.000 kr., góðar 26.650 kr. í miðal.

30 umsóknir aftrat eru játtaðar, upplýsir Taks.

Tey, sum frá 2014 til desember 2023 rindaðu heilsutrygdargjald í Føroyum og í øðrum Norðurlandi, kunnu søkja um at fáa føroyska gjaldið afturrindað.

Tey eru 1.293 í tali, og tey eiga góðar 22 mió. kr. til góðar, var sagt í november í fjør.

170 umsóknir eru komnar, upplýsir Taks.

Umsóknarfreistin er 31. desember í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206