Torført at fáa neyðhjálp inn í Gasa

Torført at fáa neyðhjálp inn í Gasa
Ísrael ætlaði at avmarka neyðhjálpina, tí Hamas hevði ikki latið deyðar gíslar leysar, men tann ætlanin er slept
Nóg mikið er til av neyðhjálp, men torført er at fáa hana inn í Gasa, tí óvissa valdar.
Mynd: Bashar Taleb/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2025 - 13:43

Neyðhjálp sleppur nú inn í Gasa, eftir at avtala er gjørd millum Ísrael og Hamas um eina tilgongd.

Men trupulleikar eru at fáa neyðhjálpina inn í Gasa og til teirra, sum hava brúk fyri henni.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi í Føroyum, sigur, óvissa valdar hjá øllum hjálparfelagsskapum, tí teir vita ikki, um forðingar verða settar í verk, og tað seinkar arbeiðnum nógv. 

 

Jóannes Eidesgaard.

 

Nógvur yvirgangur er eisini í Gasa í løtuni, tí samanbrestir eru millum Hamas og uppreistrardeildir. Tað ger støðuna hjá teimum, sum líða neyð, uppaftur verri.

Jóannes Eidesgaard sigur, at nóg mikið er til av neyðhjálp. Eitt yvirlit vísir, at ST einsamalt hevur 170.000 tons av mati, heilivági, vatni og teppum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15102025_Neydhjalp_og_Joannes

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176